»200« spæla á Voxbotn 2013

– Føroya feitasti punkbólkur, 200, verður við á ársins konsertdegi niðri í Vágsbotn 29.juni.

 

Soleiðis skriva fyrireikararnir í kvøld.

 

– Við óteljandi hittum hava 200 prikað og provokerað samfelagið, síðani teirra fyrsta fløgan kom á marknaðin í 2001.

 

Síðani tá hava teir hittað við løgum sum Muscleman-blað, Við love skuldu vit land byggja, Gimpurin og eg og Leoland, og við hvøssum orðum og feitum rokktónum hava ferð eftir ferð sparka lív í føroyska samfelagið!

 

Á Voxbotn 2013 fara teir tríggir, Niels, Uni og Mikael enn einaferð at rokka Føroyar, tá ið teir trína á pallin í Vágsbotni!

 

Frammanundan koma Nik & Jay, Carpark North, Legends of Iron Maiden við Blaze Bayley og Paul Di Anno, Eivør, Swangah Dangah, Voxbotn Allstars umframt fleiri onnur nøvn at spæla á stóra konsertdegnum í Vágsbotni 29. juni.