200 spæla fyri ódjórinum

200 spæla tvær konsertir í Skotlandi um vikuskiftið, onnur á einum festivali, ið hevur sítt egna sjóódjór, tí navnframa Rock Ness festivalinum, ið verður hildin við Loch Ness. Rockness festivalurin var fyrstu ferð hildin í fjør og er longu millum teir best dámdu festivalarnar í Bretlandi. Eins og okkara egni G!Festivalur er Rock Ness á strondini. Men henda strondin liggur út móti nógv umrødd Loch Ness vatninum, har søgan vil vera við, at heimskenda Loch Ness ódjórið býr. Í fjør kom ódjórið ikki fram, men tá spældu 200, jú, heldur ikki. Tí er ikki gott at vita, hvat hendur, tá Musclemanblað, Tunnilsvisión og Graceland brakað út yvir vatnið.

 

Atgongumerkini í ár vórðu útseld eftir lítlari løtu, og hetta er nú ikki so løgið, tá ið hugsað verður um, at bólkar sum The Chemical Brothers, Kelis, Groove Armada, Manic Street Preachers, The Feeling, The Automatic og Daft Punk vera á skránni.

 

Áðrenn leiðin gongur til Rock Ness, spæla 200 í kvøld, fríggjakvøldið í Inverness til tiltakið GoNorth. Teir skulu síðani spæla á Go North X-Posure pallinum á Rock Ness í morgin. Tað er GoNorth, sum í samstarvi við Atlantic Music Event og G!Festivalin hevur skipa fyri luttøkuni hjá 200.

 

G! aktuellu Ultra Mega Technobandið Stefán, sum eru nógv hypaðir í Skotlandi fyri tíðina, spæla eisini sunnudagin á sama palli.