200 á Seglloftinum

Bólkurin 200 gav í vikuni út nýggja fløgu, og hevur havt útgávukonsertir, og nakrar av hesum hava verið uttanfyri Havnina Bólkurin 200 er úr Havn, og hevði eisini fyrstu og stóru útgávukonsertina í samband við nýggju útgávuna, í Havnini. Men aðrar útgávukonsertir í samband við fløguna Stokkhólmssyndromið, hava verið uttanfyri Havnina, og fríggjakvøldið 17. apríl vitjaði 200 á Seglloftinum á Tvøroyri.

Hóast ikki var heilt fullsett, so var ein fjøld av fjepparum møtt upp, tá 200 hevði útgávukonsert á Seglloftinum, og hýrurin var góður og tikið varð væl ímóti punkbólkinum.

Underbeat tók eisini lut, og skipaði fyri tónleiki eftir konsertina, og gjørdi hetta ikki hýrin verri, sum myndatemaið, ið eisini er her á portal.fo, eisini vísir.