200 ross skulu til fyri at tryggja stovnin

Tað vóru bara fýra ryssur og ein greðingur, tá føroyska rossaslagið varð bjargað.

 

– Føroyska rossið hevur eina heilt serliga søgu. Hvussu tað hevur tænt okkum føroyingum, hvussu tað á einum tíðarskeiði einans vóru 4 ryssur og 1 greðingur eftir, og hvussu vit í síðstu løtu megnaðu at bjarga rossaslagnum. Eitt stórt sjálvboðið arbeiði er gjørt, og tískil hava vit enn tað føroyska rossið í dag.

Soleiðis skrivar Felagið Føroysk Ross.

– Men enn er tað føroyska rossið í stórum vanda fyri at doyggja út. Vit hava einans um 50 lívdjór í dag, og skulu upp á minst 200 lívdjór, áðrenn stovnurin nøkulunda er tryggur frá at doyggja út, skrivar felagið.

Tað er ein vaksandi trupulleiki hjá eigarum av føroyskum ryssum, at teir fáa ikki selt fylini, sum koma undan, og tískil steðgar alingin upp, og ikki ber til at útflyta, tí lóggávur mangla. 

– Vit hava heitt á landsins myndugleikar um at gera teirra part, men teir hava sagt, at sum við mongum øðrum er spurningur um prioritering, og at vit mugu varpa ljós á hendan trupulleikan, so størri trýst kemur á teir fyri at gera okkurt.

##med2##

Nakrar av eldsálunum, sum dagliga arbeiða við at varðveita føroyska rossið eru at síggja einum stuttum filmi, sum sæst omanfyri við at trýsta á pílin á myndini.