200 pedagogar vitjaðu

Limirnir í Føroya Pedagogfelag, sum eru í verkfalli, hava dugað at hugnað sær og fingið nakað burtur úr, nú teir kortini ikki kunnu møta til arbeiðis.

Í morgun klokkan 10.30 komu umleið 200 pedagogar saman við fleiri børnum á vitjan í Nes kommunu. Portalurin hevur skilt, at pedagogar eisini hava vitjað í eitt nú Runavíkar kommunu í dag, og vit vita eisini, at fleiri hava verið í Klaksvík á vitjan.

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu lesa vit, at Conny Joensen og Olga Johannesen, sum báðar til dagligt starvast í Barnagarðinum á Svangaskarði, hildu røðu.

Eftir røðurnar hjá Conny og Olgu, segði Símin Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, nøkur orð, samstundis sum hann bjóðaði øllum inn í veitsluhølini á eldrasambýlinum Vesturskin, har tey vaksnu fingu ein heitan munn - og børnini fingu sunkist.

- Fyrr um morgunin høvðu øll verið og vitjað í Runavík, og leiðin út á Toftir var løgd eftir gøtuni fram við Toftavatni, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu í dag.

Myndin er av heimasíðuni hjá Nes kommunu.