200 í P3

Føroyski punkbólkurin 200 er í hesi løtu gestur í sendihølunum hjá donsku útvarpsstøðini P3. Har teir vitja sendinga ?De Sorte Spejdere?. Leingi hevur verið ætlanin, at føroyski punkbólkurin hevur skula spælt í sendingini. Tónleikurin hjá 200 verður javnan spældur í vælumtóktu seinnapartssendingini, og í eini sending í vár, bjóðaðu vertirnir føroyska bólkinum at luttaka, og ætlanin var, at 200 skuldu spæla í sjálvari endasendingini, áðrenn summarfrítíðina, men henda sending varð avlýst vegna sjúku. Men nú eru De Sorte Spejdere aftur í luftini, og tí eru 200 á skránni.