200 og Katla

Hesir eru tveir av bólkunum, sum fara á pall í Havn, tá Futt í Býin verður tann 25. juli í Tórsgøtu

Ólavsøkuhýrurin byrjar longu 25. juli í ár, Tá Futt skipar fyri konsert í Tórsgøtu. Tveir av bólkunum, ið eru við, eru 200 og Katla:

200 varð stovnað í 1996 í sambandi við fløguna "Rock í Føroyum 2". Niels, Uni og Mikael spældu allir við bólkinum "Mold" og vildu royna okkurt øðrvísi. Í 2001 gav 200 fyrstu fløguna út, 200%. Í hesum tíðarskeiðnum búðu Niels og Uni í Keypmannahavn og Mikael í Føroyum, og aktiviteturin var hareftir. Tó varð spælt bæði í Føroyum, Danmark og Íslandi tá. Í mars 2005 varð "Viva La Republica" upptikin og givin út. Hendan fløgan fekk enn betri ummæli enn hin fyrra, og lagið "Muscleman-blað" gjørdist nr. 1 á 15 teimum bestu í 8 vikur. Tónleikurin hjá 200 snýr seg oftast um føroyskan politikk, og við argandi, speirekandi tekstum verða nógv evni lýst á ein øðrvísi hátt.


Katla

Katla er ein nýggjur føroyskur bólkur, ið spælir nýskrivaðan instrumentalan tónleik.

Talan er um jazz kendan tónleik, sum fevnir frá sveimandi ljóðmyndum, til tango og sprudlandi jazz.

Tað er keyboardmaðurin í bólkinum, Magnus Johannessen, sum hevur skrivað allan tónleikin.

hann hevur áður útgivið tónleik við bólkum sum Plúmm og Greengate, men roynir seg nú við nýggjum tónum saman við spildur nýggjum bólki.

Bólkurin er sprottin úr eini trio ið kallast "Trio Magnusar", sum seinstau mánaðirnar hevur verið fast húsorkestur á Hvonn, sum hevur skipað fyri jazz tiltøkum. Men nú er henda trio vaksin til eina kvintett, og teir sum manna bólkin eru: Magnus Johannessen – Keyboards, Rógvi á Rógvu-Trummur, Edvard N Debess – Bass, Ólavur Olsen – Trompet,Dávur J. Magnussen – trombon.

Til hesa konsertina kann áhoyrarin vænta sær eina spennandi ferð gjøgnum tónlistarlig hugløg, framført av nøkrum av royndastu tónleikarunum í Føroyum.