Framsýningarnar eru ikki nógvar í tali í Kalsoynni, men um vikuskiftið høvdu fólk møguleikan fara til eina slíka.
Tað var ein myndaframsýning í Avhaldshúsunum í Mikladali, og Hjalmar Waag Høgnesen, sum í nógv ár var skipari á Barsskor, stóð fyri henni. Hann hevur eisini tikið tær mongu myndirnar, sum vóru at síggja.
Myndir eru bæði eldri og nýggjari, og tær flestu eru frá tíðini, sum Hjalmar sigldi millum Kalsoynna og Klaksvík.









