Á 13 teimum fyrstu olympisku leikunum (frá 776 - 724 fyri Kristi føðing) í gamla Grikkalandi varð einans kappast í einari ítróttargrein. Tað var hon teir kallaðu "Stadion". Hetta var ein kapprenning har teinurin var 600 føtur (192,27 m). Tað sigst at hesar 600 føtur vóru upprunaliga máldar upp av Hercules, eftir at hann hevði fullført tær 12 uppgávurnar sum gjørdu, at hann ikki longur var trælur hjá konginum í Argos. Seinni var tað broytt til eitt stadium, næstan eins og vit kenna tað í dag. Runnið var úr einum enda av økinum (Stadium) yvir í hin. Økið, sum kappast varð á, var upprunaliga eitt planerað øki sum var 212 m langt. (heimild: www.mediaconcerto.com/olympic/about/index.php)
200 m er enn tann dag í dag partur av olympisku leikunum. Hendan greinin stendur í dag í skugganum av 100 m og 400 m kappingunum, og verður mest roknað fyri at verða tann greinin, har 400 m og 100 m rennarar kunna møtast og kappast um, hvør er besti sprintarin í heiminum.
HeimsmetMennMichael JohnsonUSA19,32 sekund
Oyggjaleikamet MennMattias SunnebornGotland21,31 sekund
Føroyskt metMennHeini HátúnBragdið23,00 sekund
HeimsmetKvinnurFlorence Griffith JoynerUSA21,34 sekund
OyggjaleikametKvinnurCydonie MothersillCayman Islands24,44 sekund
Føroyskt metKvinnurMargreth AugustinusssenVágur29,67 sekund