200, Isadora og Búi í Kagganum

Kaggin hevur seinastu tíðina gjørt nógv fyri at gerast tað so nógv eftirspurda spælistaðið, ið bjóðar konsertir til fólk í høvuðsstaðnum, nú leygarkvøldið verður enn ein risakonsert í Kagganum. Tá 200, Isadora and the Rebels og Búi Dam Trio fara á pallin.



200 eiga tittulin Føroya besti bólkur og arbeiða í løtuni við eini nýggjari fløguætlan, Isadora and the Rebels er bólkurin hjá frálíku songkvinnuni Guðrið Hansen og Búi Dam Trio er eisini ein sera spennandi bólkur. Búi Dam var fleiri mánaðar í Andalusisku fjøllunum og skrivaði tónleik í vetur. Fyrrverandi Deep End, Ivory, Headache Blues Treo og 200 gittarleikarin er altíð garantur fyri høgari góðsku og leygarkvøldið verður uttan iva einki undantak.