200 hevur útgávukonsert

 

Leygardagin verður útgávukonsert í Perluni í Havn í sambandi við at fimta fløgan hjá 200, "Vendetta!", kemur út.

 

Meðan fakfeløgini títtari brúka orðið aðalverkfall, og politisku ungmannafeløgini lova mótmælistiltøk, til samgongan fer frá, kemur "Vendetta!".

 

Ein ummælari skrivar, at "fimta fløgan hjá 200 rakar seymin á høvdið, í mun til hvat nógvir føroyingar tykjast halda um sitandi samgongu". Ein annar skrivar, at "nýggja útgávan er ein hvísl til sitandi samgongu. Hon er sprottin burtur úr stóru fólksligu ónøgdini til samgonguna".

 

"Vendetta!" er skrivað, yrkt og upptikin dagarnar 2. til 6. januar. Filmsleikstjórin Sakaris Stóra fylgdi gongdini við myndatólinum teir fimm dagarnar. Úrslitið er dokumentarfilmurin "Viva la Vendetta", sum fylgir við fløguni sum DVD. Í filminum koma vit innum og eru við í kjakunum og skapanini av løgunum. Á útgávukonsertini verður filmurin hjá Sakarisi frumsýndur.

 

Dyrnar lata upp kl. 22.