200 fyltu AME-pallin

200 hevði fingið til uppgávu at spæla ímillum Ave og Sic, og hetta gjørdi bólkurin væl. 200 var ein orkumbumba og fekk gott lív í teir áskoðararnar, ið vóru savnaðir á AME. Framførslan var sum altíð kasta í høvdið á fólki við einum smíli sum smittaði. 200 trívist væl á einum stórum palli, og í flottum ljósið, við góðum ljóði og væl spældum punk rokki, megnaðu teir tríggir at fylla allan pallin.