200 fólk til móttøku á Estra

Fríggjadagin hátíðarhelt prentsmiðjan Estra í Gøtu 50 ára føðingardag. 200 fólk vóru til móttøkuna, sum var á virkinum seinnapartin.

Fríggjadagin hátíðarhelt prentsmiðjan Estra í Gøtu 50 ára føðingardag. 200 fólk vóru til móttøkuna, sum var á virkinum seinnapartin.

 

Gunvá við Keldu  bjóðaði vælkomintil móttøkuna. Gunvá við Keldu er saman við Sonju á Líðarenda stjóri í fyritøkuni.

 

Sonja á Líðarenda hevur arbeitt á Estra síðani 1975 og er í dag ein av fýra partaeigarunum í fyritøkuni.

 

Jens Straagaard Holm kom úr Sønderjyllandi til Føroya og var fyrst sveinurin á Estra.

 

Árni Gregersen hevur skrivað eitt minnisrit um Estra, sum øll fingu við sær í dag.