Ein stór bjargingarvenjing var í Nólsoyarfirði í morgun. Í venjingini kyknaði eldur í maskinrúminum umborð á Norrønu, og Brimil, Thetis, Ziska, Vón, Sverri, Lív og tyrlan hjá Atlantic Airways tóku lut í bjargingarvenjingini.
Fleiri enn 20 fólk vóru flutt umborð á Norrønu at hjálpa við sløkkiarbeiðinum. Talan var um roykkavarar, innsatsleiðarar og læknar. Veðrið var gott, so fólkini sluppu av Thetis umborð á Norrønu, umvegis bjargingarbátin Ziska, skrivar MRCC á heimasíðu síni.
Sum partur av venjingini setti Brimil ein enda á Norrøna, fyri at kanna, um Brimil megnaði at forða fyri, at Norrøna fór at reka.
- Tað hava vit ikki roynt fyrr, men tað eydnaðist væl, sigur Edvard Bjarnason, leiðari á MRCC.
Staðfest var, at Brimil í øllum førum orkar at halda Norrønu í eini neyðstøðu.
Fleiri enn 200 fólk tóku lut í venjingini, sum hevur til endamáls at tryggja, at mannagongdir umborð á Norrønu virka sum ætlað og at eftirkanna og venja mannagongdir og samskifti millum Smyril Line og avvarandi myndugleikar í kreppustøðu.
Venjingin gekk í høvuðsheitum væl, tó at tað altíð eru smálutir, sum arga.
- Fyrsta løtan, tá boðini koma er altíð hektisk, men rættiliga skjótt var tamarhald á støðuni, sigur Edvard Bjarnason.










