200 milliónir fólk hava havt koronu

Sera smittandi Delta-brigdið hevur verið við til at økja ógvusliga um alheims smittuna seinasta hálva árið

Fleiri enn 200 milliónir fólk hava fingið staðfest smittu við koronuvirus síðani farsóttin fór at herja.

 

Tað vísir uppgerð frá amerikanska Johns Hopkins University.

 

Tað er serliga tað sera smittandi Delta-brigdið, sum hevur ført til nógvar smittutilburðir.

 

Tað hevur bara tikið helvtina so langa tí at fara frá 100 til 200 milliónir smittað, sum frá 0 til 100 milliónir smittað. Tað skrivar amerikanska blaðið The New York Times.

 

/ritzau/