200 fleiri setur á Tórsvølli

Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya hava í dag skrivað undir nýggja samstarvsavtalu um útbygging av Tórsvølli. Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Christian Andreasen, forseti í FSF, ið undirskrivaðu avtaluna.


Talan er um seinasta partin í heildarætlanini frá 2010, har Tórshavnar kommunu og FSF lótu gera eina heildarætlan at út- og umbyggja Tórsvøll til altjóða leikvøll, ið lýkur øll krøv til landsliðsfótbólt.


Tá útbyggingin er liðug, fær Tórsvøllur tær góðkenningar frá UEFA, sum skulu til fyri, at A-landsliðið uttan nakað frávik kann spæla sínar landsliðsdystir í Føroyum.  


Millum tær broytingar, ið vanligu áskoðararnir fáa mest gleði av, er at øll setrini nú verða undir taki, umframt at 200 setur verða gjørd.


Harumframt verður nevnt í tíðindaskrivinum, at Niðari vøllur í Gundadali fær lut í nýggju hølisfasilitetunum, umframt at vøllurin framyvir skal kunnu hitast upp við fjarhita.


Ætlandi fer sjálvt byggiarbeiðið í gongd áðrenn ársskiftið og verður væntandi liðugt í 2019.