200 fleiri almenn starvsfólk seinasta árið

Í oktober vóru 25.494 løntakarar, 479 fleiri enn í oktober 2015. Vøksturin er 1,9% sum er tann lakasti í ár. Á vári 2016 var vøksturin yvir 3%, men er dragnaður nakað síðan og rakti ársins higartil lægsta í oktober, skrivar Hagstovan.

 

Í fiski- og alivinnuni er aftur minking í talinum á løntakarum, hóast lítil, tí hesaferð eru bara fimm løntakarar færri. Í alt 2016 hevur fiski- og alivinnan sveiggjað millum fram- og afturgongd.

 

Byggivinnan hevur framvegis stóra framgongd. Í oktober vóru 3.616 løntakarar í byggivinnuni og aðrari tilvirking, 197 fleiri enn fyri einum ári síðan, framgongdin er 5,8%. Byggi- og tilvirkingarvinnan hevur í alt 2016 havt størri framgongd enn nú, eina løtu var vøksturin yvir 7%.

 

Eisini í privatu tænastuvinnunum er vøksturin dragnaður nakað, privatu tænastuvinnurnar hava ein vøkstur upp á 1,1% meðan almennar tænastur hava somu gongd sum restina av árinum, eini 200 fleiri løntakarar, sum er ein vøkstur upp á 2,2%.