Summarhús, íbúðir, skúlar og campingpláss í Klaksvík verða á tremur við fólki á Summar Festivalinum í august. Næstan 200 familjur standa nú á bíðilista hjá Norðoya Kunningarstovu, sum roynir at finna einum parti innivist.
Aftur í ár fara túsundtals fólk at streyma til Klaksvíkar á Summar Festivalin, sum verður hildin dagarnar 8. til 10. august. Seinnu árini hava millum 8.000 og 10.000 fólk verið á festivali, og útlit eru fyri, at festivalurin í ár kann gerast tann størsti nakrantíð.
- Áhugin fyri at finna gisting í Norðoyggjum á Summar Festivalinum er óvanliga stórur, og tað er trupult at finna øllum innivist, sigur Kate Hammer, sum er leiðari fyri Norðoya Kunningarstovu. Tað er Kunningarstovan, sum tekur ímóti bíleggingum til gisting, camping, tjalding, bátapláss og annað á Summar Festivalinum.
- Longu klokkan 10 mánadagin eftir Summar Festivalin í fjør, vóru øll summarhús og allar íbúðir í Klaksvík, sum verða leigað fólki umvegis Norðoya Kunningarstovu, umbiðin. Vit hava síðani havt ein bíðilista, og í løtuni standa næstan 200 familjur á hesum lista, sigur Kate Hammer.
- Ein partur av teimum, sum hava staðið á bíðlista, fáa pláss í nýggju skúlagistingini, sum verður boðin fram, sigur hon.
Báðir fólkaskúlarnir, sum liggja beint við festivaløkið, fara at hýsa fólki á Summar Festivalinum, og har er longu nú fult av bíleggingum.
Summar Festivalurin hevur gjørt nógv burtur úr at hava gott campingøki, og mest sum allir campingvognar í landinum hava verið á Summar Festivali seinastu árini.
- 170 húsvognar hava longu biðið um pláss, og tað eru 100 fleiri enn somu tíð í fjør, sigur Kate Hammer.
Tað eru nógv bátapláss á vágni í Klaksvík, og hóast nógvir bátar hava biðið um pláss, eru tíbetur pláss eftir har.
Eisini eru pláss at fáa í nýggju ungdómstjaldingini, sum verður á Akursmørk mitt á festivaløkinum, og á familjutjaldingarøkinum, sum hevur verið útselt undanfarin ár.










