UMMÆLI
Skuldi nakar verið í iva um, at fólk í Føroyum hava tikið 200 til sín, so vóru tey ikki á Gøtusandi fríggjakvøldið.
200 punkaði við øllum teirra skitna tilfari og góvu stóra papmaché fingurin til Miðflokkin og onnur, sum teimum ikki dámar. Og fólkið elskaði tað
Ektaður punk tónleikur á G!
Tað var í roynd og veru ein feit framførsla. Rátt og gott. Fyri einum ári síðani høvdu neyvan kunna savnað helvtina so nógv fólk, men fríggjakvøldið vildu øll fylgja við.
Haldi ikki at sangarin eigur nakra einglarødd. Haldi eisini, at teirra framførsla var alt ov einstáttað. Men teir eru, hvat teir eru, og teir gjørdu tað heilt fantiska gott. Einki at seta fingurin á. Teir hava okkurt upp á hjarta, og tað er ofta saknur á boðskapum hjá føroyskum bólkum. Her skal ikki so nógv tulking til fyri at skilja.
Tekstirnir eru nærgangandi, og tú mást veruliga spyrja teg sjálvan, um tað er at fara út um mark at fara soleiðis við fólki í tekstunum. Man kann dáma tað ella lata vera. Vit geva teimum hesaferð tveir positivar tumlar fyri at gera sítt.











