Tónleikur
Í gjár kom fløgan Rokkland út. Hetta er tvífløga við rokktónleiki, ið kemur út á íslendska marknaðin á hvørjum ári. Á tí einu fløguni eru rokkklassikarar so sum Common People við Pulp, Zombie við The Cranberries, Here Comes Your Man hjá Pixies og Black Hole Sun hjá Soundgarden umframt ymiskt íslendskt. Hin fløgan er við aktuellum rokktónleiki, Millum løgini á tí fløguni er Exodus (2015) hjá føroysku 200 umframt nógv íslendsk løg og Country Girl við Primal Scream, You Have Killed me við Morrissey og The Fallen við Franz Ferdinand.
Maðurin handan fløguna er kendi útvarpsmaðurin og plátuvendarin Óli Palli. Hann er sambært heimildarmanni okkara í Íslandi, Jens Guð, ein av allar best umtóktu útvarpsmonnunum í Íslandi. Í sending á íslendsku útvarpsrásini Rás 2 sunnudagin legði Óli Palli fløguna fram. Um avgerðina at hava 200 við á fløguni segði hann, at teir vóru eitt av hæddarpunktunum á Airwaves í 2005, og at hetta lagið Exodus (2015) í hansara metan var eitt av bestu rokkløgunum, ið var komið út í 2006 og eitt lag, ið hevði rakt hann beint.
Jens Guð vísir á, at henda fløgan verður seld í fleiri túsund eintøkum, og at hetta er ómetaliga gott fyri marknaðarføringina av 200 í Ìslandi, júst eins og luttøkan hjá Høgna Lisberg við lagnum Morning Dew á fløguni 100% Sumarið 2006, gjørdi fyri Høgna.










