200 í Cippo

200 spældi herfyri eina frálíka konsert í Hal D í Keypmannahavn, konsertin fekk avbera góð ummæli. Leygarkvøldið sleppa føroyingar at uppliva bólkin á føroyskari grund í Cippo.

200 fór við fløguni Viva La Republica frá at vera ein undirgrundspunkbólkur til at vera ein av best umtóktu føroysku bólkunum, og fløgan varð fylgd upp av nógvum og góðum konsertum kring alt landið og ja, alt Kongaríkið og Ísland.
Í ár hevur bólkurin givið fløguna Graceland út, verið eitt av høvuðsnøvnunum á G!, spælt á Spot Festivalinum og á Roskilde Festivalinum, og nú seinast á Nordatlantisk Musikfestival. Men nú er 200 altso aftur í Føroyum og fer á pall mitt í mentanargøtuni, Tórsgøtu.