200 brot á mynstringarlógina

Brotini eru í høvuðsheitinum ov lítil manning, førleikakrøv ella vantandi vinnubrøv.

Brotini eru í høvuðsheitinum ov lítil manning, førleikakrøv ella vantandi vinnubrøv.

 

Hesi brotini eru ikki hondhevað í praksis, og tí eigur revsingin av falla burtur, segði verjin í rættinum í dag.

 

Ikki minst tí at málini eru um at fyrna. Hon helt tað tí vera rætt, at mann heldur frameftir fór at taka brotini meira álvarsligt.

 

Ákærin metti hinvegin, at rætturin átti at áseta eina bót fyri brotini, so tað fór at vera óneyðugt hjá ákæruvaldi og rættinum at fara ígjøgnum hetta sama einaferð aftrat.

 

Hon metti tó, at hesar sakirnar kundu avgerast við einari ávaring. Í fleiri førum var ikki søkt um undantaksloyvi, og tað vóru hesar sakir, ið hon mælti til at geva ávaringar.

 

Dómarin, Hanna Vang, valdi at geva reiðarunum eina ávaring. Sum grund gav hon, at Vørn hevur latið málini til politiið, sum tó einki hava gjørt við tey. Tí hava skip og manning fatað tað soleiðis, at einki verður gjørt við málini.

 

Dómarin helt, at slík brot frameftir skulu sektast við bót til skiparan á 5.000 krónur, meðan reiðaranum skuldi tað kosta 20.000 krónur.

 

At enda avgjørdi hon, at tað almenna skal gjalda fyri sakarmálskostnaðin.

 

Annars upplýsti Linda Hesselberg, at tað liggja eini 200 mál av líknandi slag hjá ákæruvaldinum.