200 birta uppundir føroyska loysing

»Sluk så for det lort og gi´ de fucking færinger deres selvstændighed«, soleiðis ljóðaði eini SMS boð til sendingina »De Sorte Spejdere«, fá sekund eftir, at 200 byrjaðu at at spæla mikudagin, hetta skrivar Dimmalætting í dag.

 

200 luttóku í sambandi við sína konsertferð í Danmark í vælumtóktu sendingini, og spældu í 18 minuttir, umframt at gera eina samrøðu í sendingini áðrenn konsertina.

 

Verturin í sendingini Anders Lund Madsen, sigur við Dimmalætting, at hann fann 200 á eini ferð hjá sær til Føroyar í fjør, tá hann í fløguhandlinum hjá HCW í miðbýnum fekk viðmælt fløguna Viva La Republica.