Fyrr í dag endurgóvu vit eina Facebook-viðmerking hjá løgtingsmanninum Bill Justinussen, har hann í skemti gramdi seg um, at punkbólkurin 200 ikki hevði skrivað nakran sang um hann. 200 hevur í fleiri sangum havt politiskar viðmerkingar um navngivnar og ónavngivnar politikarar.
Í kvøld svarar bólkurin 200, at teir ætla sær ikki at skriva sang um Bill Justinussen. 200 finnist harðliga at politiska arbeiðslagnum hjá Bill Justinussen og siga, at teir ætla ikki at leggja brenni á bálið hjá honum.
Tí fær Bill Justinussen ongan sang frá 200.

200: Bill fær ongan sang





