Á Roskilde Festivalinum 2006 høvdu 200 eina so feita framførslu, at hon nú um nakrar fáar vikur verður givin út á fløgu ígjøgnum plátufelagið Tutl.
Ljóðsnillingurin Jónas Bloch Danielsen hevur staðið fyri upptøku og ljóðblandi, og Lehnert Kjeldsen frá MasterTouch hevur mastrað.
Løgini á »200 decibel« eru øll frá teimum trimum studiofløgunum, ið 200 hava givið út higartil; »200%«, »Viva La Republica« og »Graceland«.
Løgini á »200 decibel«
1 Tað einasta góða
2 Muscleman blað
3 Mogghøvd!
4 200%
5 Tað stóra bankaránið
6 Sig ikki nei Kaj
7 Sambandsmálaráðharrin
8 Jóannesar táttur
9 Fjern den klud
10 Talibann
11 Frustreraðir javnaðarmenn
12 Null hugsjón
13 Radikalt sjálvsty?ri (meg í reyvina)
14 Graceland
15 Hasjsigarett
16 MF666
17 Drotningavitjan
18 Punkurin frá Helviti #2
19 Sambandsgimpurin
Meira?
Les meira um »200 decibel« á 200.fo ella á myspace.com/200baby. Fylg eisini við her í blaðnum, tá fløgan er komin út, og fyrr ella seinni verður ummæld.