Niðurlendska tjóðsavnið í Amsterdam hevur í hesum døgum eina serstaka framsýning, sum tú vanliga ikki sært á einum slíkum savni.
Millum lutirnar á framsýningini er ein gomul hít, sum verður hildin at hava sín uppruna afturi í 1830-árunum.
Soleiðis er hítin næstan 200 ára gomul.
Sagt verður, at hítin er gjørd úr blindtarminum á einum seyði, men savnið ynskir, at hetta verður kannað og staðfest við vissu.
Á hítini, sum helst hevur sín uppruna á einum bordelli, er ein erotisk mynd av nonnu og trimum prestum, og her er eisini onkur áskrift.
Norska heimasíðan - www.tv2.no - sum eisini skrivar um hitina, veit at siga, at framsýningin í Amsterdam verður opin til langt út á heystið.
Lesið eisini - https://www.tv2.no/nyheter/utenriks/nasjonalmuseum-stiller-ut-200-ar-gammelt-kondom/17796430/
##med2##