Bólkurin skrivar millum annað: Vit gera nú løg, og leggja arbeiðið til rættis, so tað verður so effektivt sum møguligt. Vit fara eina viku í studio og fløgan verður ljóðblandað beint aftaná. Hetta við skjótum innspælingum hevur eisini verið galdandi á teimum báðum fyrru fløgunum, 200% og Viva La Republica.
Niels hevur dag og nátt tiltikna notatblokkin í lummanum, til at skriva niður hugskot til at gera sangir um. Og nógv er at gera sangir um. Nøkur nýggj løg hava verið framførd herfyri, m.a. Radikalt sjálvstýri, Smuglarasangurin og Javnaðarpolitiska heimildarlógin, a.k.a. Javnaðarflokkurin for såvidt angår Gerhard Lognberg., skriva teir á www.tveyhundrad.net.
Onnur fløgan hjá bólkinum gjørdist eitt rimmar hitt og hevur verið útseld, men nú er hon endurprentað og fæst aftur til keyps.