200.000 km motorgaranti

Peugeot garanti

Motorumvælingar eru nakað av dýrasta ein bileigari kann koma út fyri, og altíð hendir tað, tá ein minst roknar við tí. 
 
Hettagera Peugeot nú nakað við. Sum nakað heilt nýtt veita teir nú 200.000 km garanti uppá motorin, líka mikið hvussu gamal bilurin er.

Um t.d. motorurin á einum 14 ára gomlum Peugeot, ið hevur koyrt 195.000 km, gongur fyri, dekkar garantiðið. 
 
Einasta krav er, at bilurin hevur verið til øll fyriskrivað eftirlit og viðlíkhald, so sum oljuskift og at t.d. kamreimin er skift til tíðina.