20 verk hjá Olivur við Neyst sett til sølu

20 spennandi listaverk av Olivur við Neyst koma nú á upboðsølu á nýggju heimasíðuni Folist.fo

 

Olivur vid Neyst er eitt markant navn innan føroyskan list, og her er talan um oljumálningar og steinprent samt nøkur pastel og vatnlitir sum koma á uppboðssølu hvønn hósdag komandi mánaðirnar, og byrjað verður í komandi viku.

Uppboðssølan er merkt av, at tad eru nógv persónlig listaverk.
Eitt nú er ein flot tekning frá 1972, har Olivur nýtur signaturin ”Olivur Poulsen” sum hann nýtti áðrenn hann byrjaði at nýta signaturin ”Olivur við Neyst”

Eisini er ein sjálvmynd av Olivur við Neyst frá 1975 og eitt portrætt av Olivur við Neyst, sum Torbjørn Olsen hevur gjørt.

 

 

Uppboðsølan verdur hvønn hósdag komandi mánaðair og selt verður á FOLIST.fo