Navn?
Kristian Joensen
Nær ert tú føddur?
09-01-78
Ert tú forlovaður ella giftur?
Ja, eg eri forlovaður
Besti matur?
Ræst kjøt og ein lekkur pizza við pepperoni
Besti drykkur?
Jolly Cola
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Øllum uttan Heavy, Blues og Jazz
Hvør er besti bólkur ella sangari?
Elton John
Hvat er tín besta fløga?
Elton John/Lovesongs og Joshua Kaddison/ Painted Desert Serande
Hvat er tín størsti veikleiki?
Eg dugi slett aldeilis ikki at dansa
Besti persónligi eginleiki?
Havi góðar talugávur
Hevur tú nakað frítíðarítriv?
Fótbóltsdómari
Hvat er best í útvarpinum?
Nú náttaravnarnir eru floygdir, so má tað verða ringt at finna ein góða sending, men sunnukvøld úr Klaksvík er fín.
Hvør er tín fyrimynd?
Foreldrini hjá mær
Størsta uppliving?
At fáa ein lítlanbeiggja í 1982
Hvat er títt størsta skuffilsi?
Eg eri byrjaður á HF, Tekniska Skúla og Kokkaskúlanum, men mátti gevast alla staðni, tí at eg ikki klári at sita ella standa so leingi
Hvat er títt størsta ynski?
At gerast 100% frískur í rygginum
Besti filmur tú hevur sæð?
In The Name Of The Father
Besta bók tú hevur lisið?
Heldur tú veruliga at man situr og lesur bøkur í hesum teldu og sjónvarpstíðum
Hvar gongur dreymatúrurin?
Hann gongur fyrst til Venedig og síðani víðari til Ísrael
Hevur tú eitt motto?
Nope!