Tjúgu spælarar eru í uppskotið til Golden Boy heiðurin, sum italska blaðið Tuttosport letur. Millum vinnarar eru spælarar sum Lionel Messi, Kylian Mbappé, Paul Pogba, Sergio Aguero og Raheem Sterling.
Hesa ferð eru fleiri góð upp á besta spælaran í Evropa, sum er undir 21 ár. Millum teir navnframastu eru Erling Håland og Jadon Sancho, sum báðir spæla við Borussia Dortmund. Av øðrum kunnu nevnast Ansu Fati hjá FC Barcelona, Alphonso Davies hjá Bayern Munchen og Mason Greenwood hjá Manchester United.
Í fjør vann Joao Felix, sum skifti frá Benfica til Atletico Madrid undan farna kappingarár. Nú eru tjúgu boð til Golden Boy heiðurin, sum verður latin 14. desembur.
Hesir eru í uppskoti:
Mitchel Bakker, PSG
Eduardo Camavinga, Rennes
Jonathan David, Lille
Jason Sancho, Borussia Dortmund
Dominik Szoboszlai, Salzburg
Sandro Tonali, AC Milan
Ferran Torres, Manchester City
Vinicius Junior, Real Madrid
Alphonso Davies - Bayern München
Sergino Dest, Barcelona
Fabio Silva, Wolverhampton
Ansu Fati, Barcelona
Phil Foden, Manchester City
Ryan Gravenberch, Ajax
Mason Greenwood, Manchester United
Erling Haaland, Borussia Dortmund
Callum Hudson-Odoi, Chelsea
Dejan Kulusevski, Juventus
Rodrygo, Real Madrid
Bukayo Saka, Arsenal