Sunnudagin er ætlanin at skipa fyri tveimum tiltøkum. Kl. 14 verður sunnudagsskúli har eitt sindur meiri verður gjørt burtur úr enn vanligt, og kl. 18 verður so hátíðarligt møti, har Guds orð sjálvandi verður boðað, eins og onnur serstøk innsløg verða á møtinum.
Millum hesi innsløg kann verða nevnt, at ein hevur savnað saman tað gamla Streingjakórið frá tí tíðini, tá farið varð í hetta nýggja húsið. Hetta kórið, sum enn er virkið, tó undir øðrum navni, fer at syngja nakrar sangir, eins og ein kvinnubólkur eisini fer at seta sín serstaka dám á tiltakið. Aftaná verða øll boðin til náttverða í kjallaranum.









