LØGREGLUTÍÐINDI
Hendingin fór fram umleið klokkan trý í sunnunáttina, og drongurin varnaðist ikki, at hann bløddi, fyrr enn hann var komin inn á vesið á Eclipse, og tí er ilt at siga, hvør hevur hildið á knívinum. Men um fólk hava sæð hendingina, verða tey biðin um at boða løgregluni frá, verður sagt av Politistøðini í Havn.
Annars hevur vikuskiftið verið eitt sindur rokaligt.
Uttan fyri VB-húsið í Vági varð eisini talan um harðskap av álvarsligum slagi, har annað enn nevar vórðu brúktir.
Somuleiðis er ein tikin fyri at koyra ávirkaður í Suðuroy um vikuskiftið.
Fríggjadagin koyrdi ein bilur út av vegnum við Streymnes. Førarin koyrdi við kenning.
Sama kvøld varð ein fuglfirðingur tikin, fyri at hava siglt ávirkaður til Klaksvíkar. Hann verður skuldsettur fyri brot á sjólógina.
Stjól konjakk
Leygarkvøldið varð eitt sindur av herverki framt í Klaksvík.
Í Sundalagnum varð ein bilur funnin, har blóð var í, og ljósini lýstu. Politiið fann eigaran av bilinum heima við hús, og viðkomandi verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Persónurin slapp tó frá at fara á sjúkrahús.
Ein kenningur hjá løgregluni varð í gjár tikin í Havn. Hann varð farin inn á Hotel Hafnia, har hann hevði stolið eina konjakkfløsku. Viðkomandi er áður farin inn í hús at stjala mat, og politiið fann hann í Bøgøtu, har hann ætlaði at fara inn í hús.