Í eini stuttari fráboðan váttar Uttanríkis- og vinnumálaráðið, at ein 20 ára gamal føroyingur er millum tey skaddu í jarðskjálvtanum á griksku oynni Kos í nátt.
- Maðurin er á sjúkrahúsi, men talan er ikki um álvarsligan skaða, skrivar ráðið á sína heimasíðu, og vissar um, at tey avvarðandi hjá manninum eru kunnað.
Les eisini: Jarðskjálvti rakt feriuoyggj
Les eisini: Jarðskjálvti á Kos: Føroyingar runnu niðan í fjøllini
Les eisini: Føroyingur komin til skaða á Kos