Ein 20 ára gamal drongur lat lív í eini ferðsluvanlukku í Vágum sunnumorgunin.
Tað var stutt fyri klokkan 8, at løgreglan í Vágum fekk fráboðan um tilburðin. Eingi vitni vóru til vanlukkuna, og løgreglan heldur, at ungi maðurin hevur mist tamarhald á bilinum við Leitisvatn. Bilurin var farin niðan av vegnum og endaði í einum kletti.Tann 20 ára gamli var einsamallur í bilinum og doyði á staðnum.
Tað eru áður hendar ferðsluvanlukkur á sama staði, og fólk eru bæði deyð og skadd á hesum vegastrekki.