20 ára fongsul fyri krígsbrotsverk

Ein maður úr Rwanda, sum búði í Danmark eitt skifti, hevur nú fingið 20 ára fongsulsrevsing fyri krígsbrotsverk í heimlandinum. Tá Innocent Sagahutu búði í Danmark, búði hann í Skjern í Jyllandi, og í fjølmiðlunum hevur hann ofta verið umrøddur sum ?Slaktarin úr Skjern?. Í 2000 gjørdi danska stjórnin av at senda hann til Rwanda, so hann kundi rættarsøkjast har.

Krígsbrotsmannadómstólurin, sum nú hevur dømt í málinum, sigur, at Innocent Sagahutu var yvirmaður í rwandiska herinum, tá fólkamorðið var har, og at tað var hann, sum gav boð um at myrða forsætisráðharran, Agatha Uwukubgiyimana. Harafturat varð hann dømdur fyri at hava ábyrgdina av, at fleiri ST-hermenn lótu lív.