Í dag eru 20 ár liðin, síðani barnaansingin í Býlingshúsinum á Flat byrjaði Rundi dagurin verður sjálvandi hildin á stovninum, har bæði barnagarð- og vøggustovubørn helst kunnu vænta sær bæði kaku og kakao í dag.
Og sjálvandi verður eisini opið hús. Tað eru jú nógv børn, sum í dag eru bæði vaksin og hálvvaksin, sum hava havt sína gongd á stovninum, eins og hópatals foreldur so ella so hava havt sítt tilknýti.
Almenni parturin av føðingardegnum byrjar klokkan 14, verður sagt.