Simpson-familjan í amerikanska býnum Springfield er ein tann kendasta familjan í USA. Pápin Homer, mamman Marge, og børnini Bart, Liza og Maggie liva og húsast nøkunlunda sum ein vanlig miðalklassa familja í USA, men tey uppliva bæði eitt og annað á teirra lívsleið, og altíð kemur okkurt stuttligt burturúr.
The Simpsons er ein animerað teknirøð, sum júst í hesum døgum hevur 20 ára føðingardag, og hesi mongu árini síðani fyrsta stuttfilmin hava The Simpsons undirhildið milliónum av fólkum kring heimin eina viku fyri og aðra eftir.
Tað var Matt Groening, sum fekk hugskotið til eina sjónvarpsrøð um familjuna Simpsons, og hugskotið um at gera gjøldur við amerikanska miðalklassanum og øllum hinum var so gott, at The Simpsons 20 ár seinni telist millum best umtóktu røðirnar í USA.
- Eg síggi ongan enda á hesari røðini. Vit hava framvegis nógv góð hugskot, animatiónirnar eru betri enn nakrantíð, og undirtøkan er framvegis sera góð. Í løtuni er eingin orsøk til at gevast við at framleiða The Simpsons, sigur Groening, nú røðin hevur rundað tey 20 árini.
D’oh!
Onkur vil verða við, at The Simpsons eru tað nærmasta, sum USA kemur eini kongaligari familju, ið kann savna alla tjóðina. Og hetta verður sagt, hóast The Simpsons er á tremur við hvøssum skemti, og sum heild er rættiliga politisk ókorrekt.
Homer Simpson verður av mongum mettur sum veruliga stjørnan í røðini. Hann er pápin, sum tímir illa at gera annað enn at hyggja í sjónvarp, eta og brúka seg. Hann er tiltikin fyri sínar meiningar og skemtiligu útsagnir.
- Um okkurt er ov strævið at fáast við, so er tað ikki vert tað, sigur hann við børnini, sum hava brúk fyri troyst og uppmuntring. Hansara sermerkta d’oh róp er víðagitið, og hann ger seg eisini klókan uppá amerikanska samfelagið:
- Heilsuverkið í USA er bara aftanfyri Japan, Kanada, Svøríki, Ongland... ja, alt Europa. Men tú skalt prísa teg lukkuligan fyri, at vit ikki búgva í Paraguay, sigur Homer í einum parti av røðini.
Eisini óskikkiligi Bart setir lív í Simpsons-røðina, og hansara forherðaði látur er eyðkendur.
Umframt familjuna Simpsons eru nógvir aðrir stuttligir persónar í røðini. Millum annað tann bersøgni, írski Groundskeeper Willie, sum hevur sínar avgjørdu meiningar. Tá ið hann segði um fraklendingar, at teir eru “cheese-eating surrender monkeys”, varð tað tikið upp og brúkt av viðmerkjarum, sum skrivaðu um fraklendingar í sambandi við innrásina í Irak í 2003.
Eisini á filmi
The Simpsons er ein sjónvarpsrøð, sum í dygd og undirhaldsvirði kann mátast við tær bestu. Mongu seinastu árini er røðini send í bestu senditíð í USA, og eisini í Europa eru The Simpsons væl umtókt. Hóast føroyska sjónvarpið ikki sendir sendirøðina, hava nógvir føroyingar fylgt henni á útlendskum rásum.
Í næstum ber til at síggja film um The Simpsons á hvíta tjaldinum. The Simpsons Movie verður frumsýndur tann 27. juli.