20 ár síðani lagnudagin

Í morgin eru tað 20 ár síð­ani lagnudagin, tá danska stjórnin bjargaði Sjó­vinnu­banka­num frá at fara av knór­a­num.

Atli Dam, løgmaður, og Jógv­an Sundstein, fíggj­ar­mála­ráð­harri vórðu í skundi kall­að­i­r niður á fund við stjórn­ina, fíggjareftirlitið og tjóð­bankan um vikuskiftið, og týsdagin eftir varð »loysn­in« kunngjørd. 6. ok­to­ber 1992 gjørdist ímyndin av krepp­uni í Føroyum í níti­ár­u­num.