20 ár síðani fyrsta dystin hjá Ryan Giggs

2. mars 1991 verður ein ungur walisi skiftur inn á Old Trafford. Í dag eru 20 ár og 21 gull heiðursmerki síðani at Ryan Giggs fekk debut fyri Manchester United. Tá Ryan Giggs í gjár var skiftur inn í dystinum móti Chelsea var tað 863. ferð, at 37-ára gamli walisin umboðaði Manchester United. Hann hevur vunnið Premier League 11 ferðir, umframt Champions League tvær ferðir, fýra FA Cup kappingar og fýra Carling Cup kappingar. Ongin annar Manchester United leikari hevur vunnið eins nógv gull heiðursmerki.

 

Í 2009 var hann á fyrsta sinni kosin sum ársins leikari í Premier League. Hann hevur skorað í hvørjum einasta kappingarárið síðani Premier League byrjaði í 1992. Eisini hevur vinstrabeinti vongurin skorað í Champions League 11 ár á rað. Tilsamans eru tað blivin til 158 mál í Manchester United troyggjuni.

 

Við sínum 863 dystum fyri Manchester United, er hann tann leikarin, ið hevur spælt flestar dystir felagið.

 

Her er ein samling av 11 góðum málum hjá Ryan Giggs:

 

Trýst HER

 

Her er eisini eitt brot, ið sigur eitt sindur um søguna hjá Ryan Giggs fram til 2008

 

Trýst HER