Ein av sjónligastu broytingunum síðan felagið varð sett á stovn, er uttan iva heitið á teimum, felagið er fyri. Frá at vera kallaði sjúkrasystrar, til í 2002 at fáa heitið sjúkrarøktarfrøðingur. Nýggja navnið ger tað meira innbjóðandi hjá mannfólki at leita sær hesa starvsleiðina.
At byrja við
Fyrstu ferð ein byrjan til felagið sá dagsins ljós var 1. januar 1949, tá føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar stovnaðu eina deild undir Dansk Sygeplejeråd, vanliga stytt DSR. Orsøkin til hetta var, at ynskiligt var við meira skipaðum lønar- og arbeiðsviðurskiftum. Jona Joensen var fyrsta forkvinna felagssins, starvið var tá ólønt og røkt saman við øðrum starvi. Samráðingarrættur felagssins lá hjá DSR, hetta avmarkaði føroysku deildina sera nógv.
Ein føroysk skrivstova, nevnd og lønt forkvinna hjálptu av álvara um virksemi hjá felagnum, hetta hendi alt í 1976. Limatalið var um tað mundið 400. Erna Háberg var tá forkvinna.
Næsta stigið var at gera felagið sjálvstøðugt og í 1988 byrjaðu fyrireikingarnar til hetta. 4. februar í ’88 var heimild givin nevndini, ið skuldi til fyri at fyrireika stovnsetanina av hesum føroyska felagi.
Fyrsta forkvinnan í Sjúkrasystrafelagi Føroya, ið navnið bleiv, var Jórun Joensen. Nú vóru ábyrgdin og avgerðarætturin í Føroyum. Felagið fekk egið búmerki, hvonnina og felagshús. Eftir heitið sjúkrarøktarfrøðingur varð smíðað broytti felagið navn til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Føðingardagur
Í gjár var stórur føðingardagur, síðan felagið kom undir føroyskt vald og 59 ár eru liðin, síðan føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar fyrstu ferð skipaðu seg í eitt felag.
Á føðingardagnum vóru hildnar talur av millum annað eini fráfarnari forkvinnu, landsstýriskvinnuni í mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, røðari vegna Sjúkrarøktarfrøðingarskúlanum og bispur, Jógvan Fríðriksson, hugleiddi um yrkið. Eisini var ymiskt skemt á skránni.
Tvey hundrað gestir høvdu leitað sær leiðina niðan í Norðurlandahúsið, teir flestu vóru limir í felagnum.
Ætlanin fyri framman
Núverandi forkvinna í felagnum er Vár í Gong, og hon var stak væl nøgd við føðingardagin, og fegnaðist um alt, ið felagið hevur megnað hesi árini. Men enn er langt á mál, skiltist á henni. Ov fáir sjúkrarøktarfrøðingar eru í løtuni í Føroyum og hvørki arbeiðs- og lønarviðurskifini liva upp til ta ábyrgd og tí útbúgving, ið krevst, greiddi hon frá.
- Nógv er broytt hesi árini, vit hava fylgt samfelagsrákinum, sum er týdningarmikið at eitt fakfelagi ger. Nú alt er komið undir føroyskt vald, er blivið munandi lættari at virka hjá felagnum.
Somuleiðis hevur felagið gjørt nógv við at gera seg sjónligan, á ein nýmótans hátt. Lýsingin við brennandi sjúkrarøktarfrøðingum er nýmótans, og hevur fingið bæði jaligar og neiligar viðmerkingar. Um tað er rætt av sjúkrarøktarfrøðingum at spæla við eld, ella um myndamálið stendur nóg greitt, gongur nógv kjak um. Men Vár í Gong, metir at hon hevur tænt sínum endamáli, at sjónliggera yrkið.
Framyvir berjist felagið fyri, at fáa fleiri fólk at velja sær hesa yrkisleið og somuleiðis halda teimum har. Í verandi løtu eru 900 limir í felagnum, ið umfatar virkandi sjúkrarøktingarfrøðingar og eisini tey, ið eru undir hesi útbúgving.
Hóast navnið »sjúkrasystir« er burturbeint, hevur hetta ikki økt í ein stóran mun um áhugan hjá mannfólki at leita sær hetta starv. – Einans trý ella fýra mannfólk eru í felagnum, segði forkvinnan.