Síðani 1. oktobur 2013 hevur ein áseting verið í gildi sum sigur, at alt keyp av vørum og tænastum hjá tí almenna, sum er omanfyri 50.000 krónur, skal bjóðast út. Frá 1. oktober 2013 til árslok 2014 keypti landið fyri knappar 30 milliónir krónur umvegis 26 útboð á Keypsportalinum. Tilsamans 115 boð komu til hesi 26 útboðini, og prísirnir hjá tilboðsvinnarunum vóru í miðal 20% lægri enn prísirnir á hægstu boðunum. Flestu keypini hava verið omanfyri 800.000 krónur og eru tí bjóðaði út á Keypsportalinum.
Onkrar ósemjur hava verið um mannagongdirnar við nýtsluni av keypsportalinum, boðar Fíggjarmálaráðið frá.
- Flestu ivamálini hava snúð seg um vekting, og at skilja í millum vektir og krøv, tá ið bjóðað verður út, skrivar Fíggjarmálaráðið, men vísir á, at við tíðini og øktum royndum fara ivamálini at fækkast.
- Í hesum sambandi virkar stóri almenni áhugin, serliga hjá fjølmiðlunum, bæði stimbrandi og mennandi fyri mannagongdirnar og keypsreglurnar hjá landinum. Almenningurin hevur soleiðis eisini eftirlit við, at landið bjóðar út og keypir samsvarandi reglunum, skrivar Fíggjarmálaráðið.
- Landið er framvegis í einari tilvenjing at byggja upp eina veruliga keypsmentan, men eg kann staðfesta longu nú, at kapping førir til lægri prísir og við tíðini verður vinningurin hjá samfelagnum størri, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Frágreiðingin og eftirmetingin hjá Fíggjarmálaráðnum mælir nú til, at eisini kommunurnar fara at nýta Keypsportalin framyvir.










