Skála bygdaráð hevur gjørt av at fara undir eina útstykking miðskeiðis í bygdini. Talan er um 20 grundstykkir, sum verða tøk hjá borgarum at seta búgv á.
Bygdaráðið hevur játtað 1,3 milliónir krónur til hesa ætlanina, og tað er ein stórur partur av íløgukarminum, sum landsstýrið ásetir. Íløgukarmurin hjá Skála er 2 milliónir krónur, so ikki er rúm til aðrar stórar íløgur hjá kommununi í hesum íløgukarminum.
Bygdaráðið hevur eisini ætlanir um at fáa bryggjuna longda. Teir fyrstu tjúgu metrarnir eru longu gjørdir, men óvist er, nær restin av hesum arbeiðnum verður gjørt.