20. modellskipið hjá Hans Jacob

Hans Jacob Fuglø fer at sýna fram eitt modellskip á norðoyastevnu. Hetta er 20. modellið, sum hann hevur bygt
Eftir einari tekning frá miðskeiðis í 19. øld. Skipið varð bygt í 1848, og í 1874 keyptu Jørgen Bech og sønner, sum róku handilin úti í Klaksvíksgarðinum, tað. Skipið varð nýtt til at føra vøru millum úthandlarnar. Síðani varð tað nýtt sum fiskiskip, og tann 25.05.1887 fór tað á land í Íslandi. Hetta hendi við Breiðuvík í illveðri. Allir menninir lótu lív.
Hans Jacob fekk fatur á hesari tekningini, og eftir henni gjørdi hann so modellið av skipinum.
Arbeiðið tók hálvt ár. Og nú hevur tað staðið liðugt somuleiðis í eitt hálvt ár.
? Eg havi gjørt mong modell, hetta er nummar 20 í røðini, og tá telji eg ikki byggisettini við, tí tey eru ikki tað sama, sigur Hans Jacob.
Hans Jakku Fuglø hevur fyrr sýnt fram saman við norðoya Listafelag, og tað dámar honum væl. Men hann sigur, at hann fæst mest við skip, sum eru søgulig. Og um norðoyastevnu fer hann so at sýna fram sítt seinasta og nýggjasta modellskip.