Tí verða framvegis nummarplátur kliptar, tá løgreglan er úti. Soleiðis var eisini seinasta samdøgrið, tá løgreglan tók nummarpláturnar av 20 bilum tilsamans.
Men løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar í gjár, og í einum føri var ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka norðanfyri. Hann verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.