Grannauppgerðin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum Vejle og FC Fredericia, sum var leikt í Nørreskoven í Vejle endaði við málleysum javnleiki.
Viljormur í Heiðunum Davidsen fekk góðar 20 minuttir á vøllinum, tá hann kom inn fyri Antonio Stankov. Stutt undan leikloki rakti Christian Sivebæk træverkið hjá FC Fredericia, men nærri einum sigri kom Vejle ikki.
Fyri Viljorm og liðfelagarnar var tað eitt vónbrot, at sigurin ikki kom til høldar í dag, tí við einum sigri høvdu Viljormur og liðfelagarnir vunnið seg upp á eitt triðja pláss, sum gevur rætt til uppflyting í superliguna.
Lyngby er nummar eitt í næstbestu fótbóltsdeildini við 57 stigum, nummar tvey er Horsens við 54 stigum. Á triðja plássi er Silkeborg við 48 stigum, og á fjórða plássi er Vejle við 47 stigum. Eitt annað føroyingafelag, Vendsyssel FF liggur á fimta plássi við 44 stigum.
Komandi hóskvøld spælir Vejle á útivølli ímóti Horsens. Komandi sunnudag spælir Vendsyssel á útivølli ímóti Næstved. Vejle hevur fýra dystir eftir at spæla, og Vendsyssel FF hevur fimm dystir eftir at spæla í næstbestu fótbóltsdeildini, so skal nakað henda viðvíkjandi uppflyting, so skal tað verða nú.