Tá tølini til Lotto eru drigin í kvøld, kann ein einsamallur vinnari sita eftir við 20 milliónum. Talan er nevnliga um jackpot í dráttinum í dag, og umframt vinningin, sum lá eftir frá seinasta leygardegi, sparkar tað vanliga spælihugin í topp.
Hartil eru eisini 5 milliónir í joker-pottinum hesaferð.