20 milliónir líða hungur

Meiri enn 20 milliónir fólk á Afrikanska Horninum hava tørv á mati. Tað sigur matvørustovnurin hjá ST, World Food Programme. Orsøkin til neyðina er áhaldandi turkur í Eritrea, Somalia, Ethiopia og Kenya. Sagt verður, at tað hevur ikki regnað í umráðnum í samfull tvey ár.

ST sigur, at matvøruhjálp er á veg til tey neyðstøddu, men at tað gongst illa at fáa matin fram, millum annað tí at havnin í Djibouti er ov lítil til tær stóru nøgdirnar, sum koma hagar.

World Food Programme sigur, at støðan er serliga hættislig í Eritrea, og at søðan versnar í hvørjum.