20 miljónir til royndir við loppum

Professarin á Roskilde Universiteti, Benni Winding Hansen, heldur, at vatnloppur kunnu framleiðast til besta fiskafóður. Nú eru 20 miljónir krónur játtaðar til royndir. Stórur føroyskur laksur er sera væl umtóktur til sushi á amerikanska marknaðinum. Fleiri vilja vera við, at tað er føroyska laksafóðurið, har meginparturin er fiskur, sum gevur rætta og umtókta smakkin í laksinum.

Nú sigur ein danskur professari, sum starvast á stovninum fyri umhvørvi, samfelag og broyting á Roskilde Universiteti, at vatnloppur er besta tilfeingi til fiskafóður.

Benni Winding Hansen, sum er umrøddi professarin, heldur, at útlit eru til eitt umfatandi danskt ævintýr.

- Vatnloppur fara at gera tað møguligt at ala fleiri fiskasløg, eitt nú tunfisk og flatfisk.

Hann vísir á, at í minsta lagi ein triðingur av tí fiski, sum heimurin etur, kemur frá aling, sum samstundis er skjótast veksandi matvøruídnaður í heiminum.

Professarin heldur ikki, at hann fer at megna at bjarga øllum heimsins íbúgvum nóg mikið av proteinum.

- Men eg tori at lova, at vit kunnu ala nógv fleiri fiskasløg enn higartil, har samstundis ber til at stýra eitt nú sjúkuviðurskiftum og ílegum.

Benni Winding Hansen og aðrir granskarar aftanfyri verkætlanina at gera fóður úr vatnloppum hava nú fingið játtaðar slakar 20 miljónir krónur úr Strategiska Granskingarráðnum í Danmark til framhaldandi arbeiði við hesi forvitnisligu verkætlan.

Tað skrivar Fiskeritidende í Danmark á síni heimasíðu.