20 mió meiri í gávum

Noreg: Gávurnar til norsku missiónsrørsluna Norsk Luthersk Misjonssamband vóru í fjør slakar 121 mió krónur, umleið 20 mió meiri enn árið fyri.

Hetta er eitt munandi betri úrslit enn í 2006, tá rørslan hevði eitt metstórt undirskot. – Eg eri bæði rørdur og takksamur yvir gávuna, sigur aðalskrivarin Ola Tulluan. 

Hann er spentur eftir úrslitinum fyri 2008, tí ynskið teirra er at henda gongdin skal halda fram, soleiðis at arbeiðast kann við somu ferð sum áður.